Umboð fyri teir fýra flokkarnar í landsstýrinum Christian Andreasen vegna Fólkaflokkin, Helgi Abrahamsen vegna Sambandsflokkin, Bill Justinussen vegna Miðflokkin og fyri tveir flokkar í andstøðu, Ruth Vang vegna Framsókn og Kristin Michelsen vegna Sjálvstýri, hava lagt uppskot fyri løgtingið til samtyktar um mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi komandi 10 árini og uppskot til dagførdan orku-og veðurlagspolitikk.
Uppskotstillararnir heita á landsstýrið um at seta átøk í verk, sum minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum komandi 10 árini í mun til útlátið í 2010. Ein dagførdur orku-og veðurlagspolitikkur verður karmur um tíðarfesta virkisætlan komandi árini.
Í viðmerkingunum til uppskotið siga tey fimm tingfólkini m.a.:
“Løgtingið og landsstýrið hava tikið undir við ávikavist Veðurlagssáttmálanum og París-avtaluni, sum nú leggja bindingar á heimsins lond um - eftir førimuni - at minka útlátið av vakstrarhúsgassi, so hitalagið á jørðini ikki hækkar meira enn í mesta lagi 1,5-2,0 stig við aldaskiftið samsvarandi tilmælinum frá altjóða veðurlagsnevndini IPCC.
Okkara mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi við í minsta lagi 30 prosentum merkir, at í 2032 skal útlátið av vakstrarhúsgassi vera lægri enn 525.000 tons CO2-eindir í mun til umleið 750.000 tons CO2-eindir í 2010. Hildið verður, at talan er um ambitiøst mál, tí ein 30 prosent minking í mun til útlátið í 2010 svarar til nærum 50 prosent minking í mun til útlátið, sum tað var í 2020, tá samlaða útlátið fór upp um 1 mió. tons CO2-eindir.
Umroknað til olju merkir hetta, at oljunýtslan skal minka við einari helvt komandi 10 árini og fer hetta at raka allar útlátsbólkar í samfelagnum, sum vit kenna frá árligu uppgerðunum hjá Umhvørvisstovuni.
Fyri at fyribyrgja ógvusliga upphiting av jørðini er altjóða tilmælið, at alheims útlátið av vakstrarhúsgassi í 2030 skal vera 45 prosent lægri enn í 2010, og at nettoútlátið skal vera burtur í 2050.
Samstundis verður álagt øllum londum – eftir førimuni – at seta sær egin mál at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Londini kring heimin eru ymisk og hava ymiskar fortreytir og ambitiónir fyri at minka útlátið av vakstrarhúsgassi. Summi lond seta sær hægri mál enn tilmælt, meðan onnur seta sær lægri mál, tó uttan at koma í andsøgn við krøvini í Veðurlagssáttmálanum og í Parísavtaluni.
Føroyska málið um 30 prosent minking verður hildið at vera í samsvari við grein 3, stk.1 í Veðurlagssáttmálanum og grein 4 í Parísavtaluni, sum áleggja londunum eftir førimuni at verja verðurlagsskipanina og at áseta so víðtøkin ella ambitiøs mál, sum umstøðurnar í landinum loyva.
Mett verður, at Føroyar kunnu seta enn hægri og meiri víðtøkin mál, tá brúkiligar og kappingarførar loysnir eru lætt atkomuligar hjá okkara skipaflota, og tí skulu okkara mál regluliga endurskoðast.
Orku-og veðurlagspolitikkur Føroya
Eitt uppskot til orku- og veðurlagspolitikk, dagf. 15. apríl 2021, er gjørt við umleið 25 átøkum at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi.
Uppskotið hevur verið í almennari hoyring og hevur verið viðgjørt í politisku flokkunum og í politisku skipanini. Tað er hetta uppskotið, sum hevur verið grundarlag undir politisku samráðingunum og sum er ætlað sum karmur fyri, hvørji átøk skulu fremjast komandi árini.
Tað eru sjálvsagt aðrir møguleikar eisini, og frameftir fara óivað fleiri at vísa seg, og tí er einki til hindurs fyri, at fleiri átøk koma, sum fara at gera sítt til, at vit skjótari koma fram á grønu leiðini. Uppskotið til orku-og veðurlagspolitikk varð lagt fram í 2021,og síðani eru árstølini broytt samsvarandi politisku ynskjunum.
Breitt politiskt ynski er um at áseta eina ætlan og tíðarætlan fyri íverksetan av átøkunum, so borgarar, vinnan og politiska skipanin vita, hvat er í væntu komandi árini. Talan er eisini um eina ítøkiliggerðing av skyldunum, sum henda samtykt, Veðurlagssáttmálin og Parísavtalan, leggja á verandi og komandi landsstýri, serliga í mun til lógar-og kunngerðasmíð og íverksetan av fyrisitingarligum átøkum.
Samanumtikið kann sigast, at helvtin av átøkunum krevja nýggja ella broytta lóggávu, meðan hin helvtin er av fyrisitingarligum slag, har ein partur eisini krevur eina víðkan og betran av almennum tænastuveitingum.
Øll 25 átøkini verða býtt út á næstu trý árini, tó við undantaki av átaki 9 (umhvørvisgjøld á oljurikin akfør) og átaki 24 (CO2-avgjald á olju).
Grannalondini og nógv onnur lond hava fyri tíð síðani lagt slík gjøld á og verða slík gjøld mett av serfrøðingum sum eitt gott og neyðugt amboð fyri at fáa fólk at leggja um frá olju til grønar loysnir.
Nú oljuprísurin er søguliga høgur, verður ikki mett rætt at koma við øktum oljuavgjøldum nú. Heldur eigur hetta at verða tikið upp um eini tvey ár, har mett verður um, hvørt tíðin tá er búgvin at áseta oljuavgjøld”, siga tey fimm tingfólkini í uppskotinum.
Málið er sett á skrá at koma til 1. viðgerð týsdagin 29. mars kl. 13. Víst verður annars til fullfíggjaða uppskotið við viðmerkingum á løgtingsins heimasíðu:
https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10048
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald