Uttanlands

Týskaland stongir trý kjarnorkuverk

Nýggja týska stjórnin hevur sett ferð á ætlanina at gevast við kjarnorkuni

2021-12-31 19:34 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendir eftir stóra óhappið á japanska kjarnorkuverkinum Fukushima fyri góðum 10 árum síðani. Ein jarðskjálvti og ein tsunami legði kjarnorkuverkið á japonsku strondini í oyði. Tað hevði við sær størstu kjarnorkuvanlukku síðani Tjernobyl í 1986.

Tey trý týsku kjarnorkuverkini, sum stongja í dag, liggja í Brokdorf, Grohnde og Gundermmengen. Tey bæði fyrstu hava verið í gongd í 35 ár. Tað í Gundremmingen er enn eldri. 

Tey seks kjarnorkuverkini í Týskalandi, sum framhaldandi fara at vera í drift, framleiddu 12% av streyminum í Týskalandi í 2021. Varandi orka stóð fyrii 41%, kol 28% og gas umleið 15% skrivar Energy Watch. 

Týskalandi vónar at kunna vaksa um partin av streymi frá varandi orkukeldum til 80% í 2030. Tað verður við vindi og sólorku. Tað var eitt krav frá teimum grønu í nýggju týsku stjórnini, at landið heldur fram við at menna varandi orkuna og gevast við bæði fossilum orkukeldum og kjarnorku.

Hóast kjarnorka fyllur minni í landslagnum enn t.d. vindmyllur, so er óttin fyri radioaktiva burturkastinum frá kjarnorkuverkum størri enn tann ávirkanin, sum varandi orkukeldur hava á náttúruna. 

Orkan skrivaði í gjár, at Finland í næstum tekur í nýtslu eitt risastórt kjarnorkuverk. So ES lond fyrihalda seg rættiliga ymiskt til kjarnorkuna. Fleiri lond í Eysturevropa hava boðað frá, at tey ætla at fylgja Fraklandi og menna kjarnorkuna. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder