Uttanlands

Týskland og Háland fara at leita eftir gassi í Norðsjónum

Tað er avleiðingin av russisku avgerðini at gevast við at veita gass til Hálands

Týski fíggjarmálaráðharrin gevur grønt ljós til leiting eftir gassi saman við Hálandi.

Týski fíggjarmálaráðharrin gevur grønt ljós til leiting eftir gassi saman við Hálandi.

2022-06-02 10:30 Author image
Jan Müller
placeholder

Avgerðin hjá russiska gassfelagnum Gazprom at steðga veitingini av gassi til eitt nú Hálands hevur fingið stjórnina í Hálandi saman við týsku stjórnini at geva loyvi til at leita eftir gassi í Norðsjónum.

Týrski fíggjarmálaráðharrin Christian Lindner segði longu í mars, at landið átti at endurskoða sítt forboð móti at lata nýggj loyvi til leiting eftir olju og gassi í Norðsjónum. Landið er sera heft at innflutningi av gassi úr Russlandi, og tað ynskir stjórnin at broyta. Hon er tí farin í samstarv við hálendsku stjórnina um at loyva leiting eftir gassi í Norðsjónum.

Háland hevur í mong ár framleitt stórar nøgdir av gassi og var eisini tað fyrsta landið við Norsjógvin, sum fyri meira enn 50 árum síðani gjørdi eitt risastórt gassfund á Grøningen leiðini. Nú goymslurnar eru við at tømast hevur Háland innflutt størri og størri nøgdir av gassi úr eitt nú Norra og Russlandi. Tað skal nú broytast við at finna og framleiða sítt egna gass.

Støðan á orkumarknaðinum m.a. eftir russisku innrásina í Ukraina hevur fingið fleiri lond í Evropa at endurskoða sín orkupolitikk og at loyva aftur leiting eftir olju og gassi samtíðis, sum strongt verður á grøna orkuskiftið.

Eitt uppskot um at meta gass sum grøna orku er í løtuni til viðgerðar í ES og verður eftir øllum at døma samtykt í næstum. Herfyri heitti bretska stjórnin eisini á orkufeløg um at skunda undir leitingina eftir og útbygging av olju- og gassfundum, her m.a. fleiri, sum liggja eystan fyri Føroyar. 

Tað var annars danska stjórnin, sum nøkur ár herfyri gekk á odda í royndunum at fáa onnur lond at gevast við olju- og gassleiting, eftir at landið sjálvt hevði tikið avgerð um at gevast við leitingini men kortini halda fram við framleiðslu av olju og gassi fram til 2050. 

Kelda: E24

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder