Kjakið um at brúka kjarnorku í grøna orkuskiftinum fyllur støðugt meira og meira í almenna orðaskiftinum bæði í Evropa og í USA. Nú ljóðar, at myndugleikar í fleiri amerikonskum statum ætla at leggja seg eftir at menna kjarnorkuna fyri harvið at tryggja sær, at tað verður møguligt at halda málini um minka um CO2 útlátið. Men mótstøðan móti kjarnorku er framvegis stór í fleiri statum.
Statir, sum nú aftur vilja raðfesta kjarnorkuna, halda, at hon kann vera eitt gott íkast aftrat til varandi orkukeldur so sum vind, sól og vatnorku.
-Vit vilja hava alt hetta sigur orkuráðharrin í USA Jennifer Granholm við AP.
Hóast nógvir amerikanarar vilja fremja grøna orkuskiftið, so eru tað ikki øll, sum halda, at tað ber til at røkka málinum um null útlát við einans at gera íløgur í varandi orku. Eisini orkuráðharrin Granholm telist millum teirra, sum halda, at kjarnorkan kann og eigur at vera partur av framtíðar orkumixinum.
Ein spurnarkanning vísir, at tveir triðingar av amerikanarum halda, at kjarnorka kann vera við til at avloysa fossila orku. Eitt nú sigur leiðarin fyri orkumyndugleikarnar í Wyoming, Glen Murrell, at tað ber ikki til at nøkta allan orkutørvin við vindi og sólorku. Fara vit so víðari til ein stat sum New Hampshire, so halda myndugleikarnir har eisini, at tað verður ógjørligt at røkka veðurlagsmálinum uttan kjarnorku. Og bæði í Alaska og Maryland eru ætlanir um at byggja út við smærri og nýggjari kjarnorkuverkum. Viðhaldsfólk halda, at tað fer at bera til at skrúva upp og niður fyri framleiðsluni alt eftir um og nær onnur orka frá t.d. sól og vindi er tøk ella ikki.
Hóast Biden stjórnin gongur inn fyri at taka kjarnorkuna við í framtíðar orku- og veðurlagspolitikkin, so eru tað kortini fleiri statir, har demokratar stýra, sum venda sær ímóti at gera kjarnorkuna til part av framtíðar grøna skiftinum.
Støðan og ósemja í USA um kjarnorkuna minnir nógv um hana vit í løtuni eru vitni til í Evropa. ES londini eru sera ósamd um spurningin viðvíkjandi eini grønari framtíð, har kjarnorka er við. Meðan Frakland t.d. er stórbrúkari av kjarnorku og ætlar at byggja hana út, so er Týskaland í løtuni í ferð við at stongja síni kjarnorkuverk.
Eftir eitt sera drúgvt og hvast orðaskifti í ES er nú ein meiriluti í ES nevndini fyri at eyðmerkja kjarnorku sum grøna orku, tó undir ávísum fyritretyum. Mótstøðan er kortini eisini stór. Eysturríki hevur hótt við at saksøkja ES, um uppskotið hjá ES nevndini verður samtykt.
Taka vit so onnur lond í ES so sum Svøríki og Finland, hava tey eisini ymsa tilgongd til kjarnorkuna. Finland hevur júst tikið eitt stórt kjarnorkuverk í brúk, sum hevur kostað sera nógv og tikið 16 ár at byggja. Ein orsøk til at finnar vilja hava kjarnorku er tann, at landið vil ikki vera heft at russiskum gassi. Svøríki gjørdi nøkur ár herfyri av at stongja síni kjarnorkuverk innan ávíst áramál. Okkurt er stongt, men framhaldandi eru fleiri í brúki, og okkurt bendir á, at nógvir sviar í dag síggja helst, at hildið verður fram við kjarnorkuni.
Tey, sum eru ímóti kjarnorku bæði í Evropa og USA, bera ótta fyri møguligum vanlukkum í sambandi við hetta slagið av orkuframleiðslu. Eisini bera mong ótta fyri, at tað fer ikki at bera til at goyma burturkast frá kjarnorkuverkum nóg væl. Alt hetta er við at gera kjarnorkuna sera dýra. Eisini bera mong ótta fyri, at burturkastið kann koma í skeivar hendur og verða brúkt til at framleiða kjarnorkuvápn.
Kjakið snýr seg eisini um, antin fyrimunir uppá stytri sikt kunnu beina burtur trupulleikar við kjarnorku uppá longri sikt ella ikki. Tað heldur guvernørurin í Nevada, David Bobzien. Myndugleikarnir í statinum hava vent kjarnorkuni bakið, eftir at ætlanir um at gera eina nýggja goymslu til radioaktivt burturkast í Yucca fjøllunum eru steðgaðar. Í staðin verður miðjað móti nýggjum sløgum av orkugoymslum og jarðhitaverkum.
Enn ein amerikanskur statur California hevur avgjørt at stongja sítt seinasta kjarnorkuverk , Diablo Canyon í 2025. Fyri partar av umhvørvisrørsluni er hetta ein stórur sigur. Tað var mótstøðan móti hesum kjarorkuverkinum, sum í 1969 var orsøkin til stovnanina av umhvørvisfelagsskapinum Friends of the Earth, sum nú ganga á odda ímóti fossilum brennievnum.
Í dag eru umhvørvisfólkini ikki á einum máli, antin kjarnorkan skal forbjóðast ella ikki. Hetta ikki minst tí at útlátið frá kjarnorkuverkum er so at siga einki.
Fleiri granskarar halda eisini, at tað er neyðugt við kjarnorku fyri at sleppa av við útlátið skjótt nokk. Váðin við ikki at røkka veðurlagsmálunum er størri enn váðin við at brúka kjarnorku, sigur Jason Bordoff, ein av oddamonnunum fyri veðurlagsgransking á Columbia University. Í dag stendur kjarnorka fyri 20% av streymframleiðsluni í USA. Og óttin fyri ikki at megna at røkka null útlátsmálunum er so mikið stórur, at landið helst fer at verða útbygt við fleiri kjarnorkuverkum í framtíðini.
Keldur:
Ap, e24, Energy Voice
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald