Útbyggingin av Rosebank er mett at kosta millum 70 og 80 mia. kr. Gongst sum ætlað verður farið at bora fleiri framleiðslubrunnar longu í 2025 fyri at gera klárt til, at framleiðsluskipið Knarr kann byrja framleiðsluna í 2026. Tað verður í løtuni nútímansgjørt til uppgávuna. Eisini fer gassleiðing at verða løgd frá Rosebank til lands. Tá framleiðslan verður uppá tað mesta, fer hon at vera umleið 70.000 tunnur av olju um dagin umframt 44 mió. kubikkføtur av gassi fyrstu 10 árini.
Fleiri føroysk landsstýri hava havt í sínum skøldri ynski um at gera Føroyar til ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi. Hetta kann koma at ganga út, um so er, at føroyskar fyritøkur megna at gera seg galdandi í kappingini um at veita tænastur til komandi stóru útbyggingina av olju- og gasskelduni Rosebank við markið.
Tað er greitt, at tá ein slík nýggj og stór verkætlan fer av bakkastokki so nær føroyska markinum, vekir tað sjálvandi eisini ans í Føroyum. Er hetta tí nakað, sum føroyskar fyritøkur kunnu gerast partur av og harvið liva upp til ynskini hjá fleiri landsstýrum um at gera Føroyar til ein tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi. Og kann slík útbygging við nýggjum undirstøðukervi nær við føroyska landgrunnin fáa ávirkan á royndirnar at fara undir aftur leiting eftir kolvetnum í Føroyum?
Equinor, sum í dag arbeiðir bæði við olju og gassi eins og havvindmyllum er sera virkið í Bretlandi. Rosebank har norðuri við føroyska markið fer at hava alstóran týdning fyri bretsku veitingartrygdina eins og fyri arbeiðspláss og vinnuna. Longur suðuri út fyri Aberdeen, er Equinor við at seta upp heimsins størstu havindmylnulund, Hywind.
Til tess at kunna svara slíkum spurningum gjørdi FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólkur av at fara til Aberdeen í Skotlandi, har tær mest týðandi avgerðirnar um orkuframtíðina á Atlantsmótinum, sum er økið millum Hetland og Føroyar, verða settar út í kortið og tiknar.
Eftir ein góðan dialog við Sjóvinnufelagið, hvørs limir fegnir síggja nýggjar uppgávur á olju- og gassleiðunum við markið, var kósin sett móti Aberdeen, sum mong ættarlið av føroyingum hava vitjað. Á skránni vóru vitjanir hjá bæði vinnulívinum og hjá myndugleikunum. Til tess at verða væl ílatin at kunna um føroysku veitaravinnuna og annars gongdina her øll árini við oljuleiting, var stjórin á Atlantic Supply Base í Runavík, Eli Lassen eisini við í ferðalagnum saman við Jan Müller og Louis Wilson frá FOÍB.
Endamálið við vitjanini var bæði at kunna seg við orkutilgongdina í Skotlandi sum heild og her serstakliga í økinum eystan fyri Føroyar, eins og at kunna vinnu og mynduguleikar har um støðuna í Føroyum, har fjølbroytta veitaravinnan er tilreiðar at bjóða fram sínar tænastur í sambandi við møguligar útbyggingar eystan fyri markið. Hetta kann gerast sera aktuelt, nú Rosebank keldan liggur so nær Føroyum.
Rosebank er norðasta (grøn/reyða) keldan skamt frá føroyska markinum.
Sambært umboðsmanninum hjá FOÍB í Bretlandi, Louis Wilson, sum skipaði fyri vitjanini, bendir nógv á, at avgerðin um at útbyggja stóru olju- og gasskelduna Rosebank skamt frá føroyska markinum verður tikin í hesum mánaðinum. Bretskir myndugleikar hava gjørt greitt, at teir fara at geva grønt ljós til útbyggingina í næstum, nú fyristøðufelagið Equinor eisini er klárt til at taka endaliga avgerð um útbyggingina. Ein stórur partur av fyrireikingunum til útbyggingina er longu í gongd, eitt nú verður eitt framleiðsluskip gjørt klárt til at kunna byrja framleiðsluna innan góð trý ár.
Rosebank liggur har norðuri tætt við føroyska markið. Longur syðri liggur enn ein stór kelda, Cambo, sum væntandi eisini verður útbygd.
Louis Wilson sigur, at vónandi verður eisini møguleiki hjá føroyskum veitarafyritøkum at bjóða seg fram við vørum og tænastum, nú Rosebank keldan liggur so tætt við føroyskt øki, tó at hetta ikki nýtist at vera nøkur sjálvfylgja. Til ta tíð mugu føroyskar fyritøkur so kunna vísa, at tær eru kappingarførar. Tað veldst so eisini um, hvat tað eru fyri tænastur, sum talan kann vera um bæði í sambandi við eina útbygging og seinni veruliga framleiðslu.
-Vit hava m.a. vitjað hjá játtandi eftirlitsmynduleikanum, NSTA, North Sea Transition Autorithy og hjá orkufelagnum Equinor. Hóast miðjað verður móti at brúka lokalar fyritøkur til veitingar í stóran mun, so tykist einki at vera til hindurs fyri, at eitt nú fyritøkur í Føroyum, sum kunnu veita kappingarførar vørur og tænastur, eisini kunnu fáa lut í útbyggingini og somuleiðis seinni í rakstrinum.
-Eg haldi ikki eg taki munnin ov fullan, tá eg sigi, at føroyskar fyritøkur eru væl fyri at kunna átaka sær uppgávur í hesi vinnuni, vælvitandi, at tær í mong ár vóru við til at veita vørur og tænastur til ikki færri enn 9 leitiboriverkætlanir á føroyska landgrunninum. Og so ikki at gloyma væleydnaðu umvælingina av West Hercules boripallinum á Skálafjørðinum.
Fyri bara at nevna eina slíka tænastu, so skuldu Føroyar ligið væl fyri og verið vælegnaðar til at taka sær av eitt nú manningarskifti á skipum og pallum heldur Louis Wilson.
-Um vit ímynda okkum eina støðu, har tú skal brúka tyrlu at flyta manning til Hetlands ella Føroyar, hava vit í Føroyum ein stóran fyrimun. Sumburgh flogvøllurin kann einans bjóða flogsamband við Skotland, meðan vit í Føroyum hava samband til Kastrup, ein altjóða flogvøllur, fleiri ferðir dagliga, eins og sambond eru úr Føroyum við fleiri aðrar floghavnir alt frá Oslo, París, Barcelona og skjótt eisini New York.
Eisini eru Føroyar sera væl fyri við nútímans gistingarhúsum samanborið við t.d. tey í Hetlandi. Í heila tikið kann henda fyrsta stóra orkuútbyggingin tætt við Føroyar gerast ein royndarpallur hjá føroyskari vinnu og kanska eftir tað entá ein lopfjøl til aðrar møguligar útbyggingar í sama øki, her eitt nú Cambo, sum liggur enn nærri markinum og sum kann verða góðkend til útbygging seinni í ár ella komandi ár.
Open Door økið stendur opið fyri útlendskum orkufeløgum at søkja um leitiloyvi. Ein gamal kenningur var Statoil. Í dag eitur hann Equinor. Um felagið aftur fer at hyggja eftir føroyaøkinum er enn óvist. Men við útbygging av keldu nærhendis, er ikki so langt til Føroya.
Louis Wilson hevur fylgt gongdini á orkuøkinum í mong ár og hevur verið eitt kent og afturvendandi andlit á flestu oljumessunum í Aberdeen seinastu árini. Saman við stjóranum í FOÍB, Jan Müller, hevur hann eisini roynt at marknaðarføra Føroyar sum maritiman tilfeingisdepil í Norðuratlantshavi eins og hjálpt at kunna um føroysku undirgrundina og tess Open Door skipan til leiting eftir olju og gassi.
Í tráð við broytingar í tíðini hevur FOÍB eisini lagt seg eftir miðvðist at fylgja við tí grøna orkuskiftinum, sum eitt nú fer fram í grannalagnum og í umheiminum, og sum eisini fer at síggjast aftur í útbyggingunum við markið.
Her verður nevniliga gjørt eitt stórt arbeiði fyri at minka um útlátið og fer Rosebank, tá klárt er til at fara undir framleiðslu um nøkur fá ár, at vera í heimsflokki, hvat viðvíkur sera lágum útláti.
Ætlanin er at elektrifisera framleiðsluna umborð á skipinum frá vindmyllum á landi ella til havs. Hvør veit, tann tíðin kemur kanska eisini, tá havvindmylnulundir eystan fyri Føroyar kunnu vera við til at elektrifisera pallar í bretskum øki og kanska entá á føroyska landgrunninum skuldi tað hent, at fund verða gjørd her eisini. Tað er so eisini politikkurin hjá hsum landsstýrinum at hava dyrnar opnar fyri nýggjari leiting.
Framleiðsluskipið Knarr, sum í løtuni verður nútimansgjørt til at arbeiða á Rosebank kelduni.
-Vit halda tað verða av stórum týdningi fyri føroysku orkuframtíðina at fylgja við, hvat okkara grannar gera og eisini læra av teimum og øvugt, sigur Jan Müller, stjóri, sum eisini vónar, at slíkar ferðir sum henda í Aberdeen kunnu byggja brýr og vera við til at fáa orku- og íløgufeløg at lata upp eyguni fyri framtíðar orkumøguleikum í Føroyum eisini.
-Flótandi havvindmyllur eru “in” í løtuni, og í øllum okkara grannalondum eru hesar ovast á listanum, tá tosað verður um grøna orkuskiftið. Vælvitandi at Føroyar hava kanska eitt tað besta umhvørvið til havvind í heiminum, er skilagott at fáa skapt áhuga í altjóða orkuumhvørvinum fyri framtíðar orkumenning í Norðuratlantshavi sigur FOÍB stjórin, sum var sera væl nøgdur við vitjanina í Skotlandi og vónar, at hon kann vera við til at geva øðrum íblástur.
FOÍB, sum hevur havt tætt samstarv við veitaravinnuna í Føroyum í mong ár, umrøddi undan ferðini framtíðar møguleikarnar við Sjóvinnufelagið, hvørs limir heilt nátúrrliga gerast partur í málinum, tá útbyggingar fara fram í grannalagnum.
Felagið, sum umboðar stóran part av føroysku veitingarvinnuni, hevur sum vera man stóran áhuga í, at tað verða bygdar brýr tvørtur um landamørk, tá talan er um stórar útbyggingar sum tann á Rosebank.
Fyri góðum fýra árum síðani varð FOÍB saman við fleiri vinnufyritøkum á vitjan hjá fleiri av teimum stóru orkufeløgunum í Skotlandi við nettupp tí fyri eygað at kunna fyrireika seg til eina framtíð við møguligum útbyggingum við markið. Vitjanin í farna mánað var so ein uppfylging av tí, nú mest sum alt bendir á, at grønt ljós verður givið til ta fyrstu heilt stóru útbyggingina í næsta grannalagnum. Uppá sikt kann slík útbygging eisini fáa týdning fyri møguliga leiting í føroyskum øki.
Menningin av varandi orku so sum havvindorkulundum í økjunum norðan fyri Skotland kann eisini í framtíðini koma at geva arbeiði til føroyskar veitingarfyritøkur.
FOÍB og Atlantic Supply Base á vitjan hjá Equinor í Aberdeen. Mynd Jan Müller
Undir vitjanini í Aberdeen í mai høvdu umboðini fyri FOÌB eins og stjórin í Atlantic Supply Base, Eli Lassen, høvi til at støkka inn á gólvið á høvuðsskrivstovuni hjá norska orkurisanum Equinor, har tey fingu orð á stjóran Arne Gürtner, sum hevur ábyrgdina av øllum virksemi hjá felagnum í Bretlandi, Írlandi og somuleiðis Føroyum. Á hesum fundinum varð eisini føroyski leiðarin fyri altjóða boringum hjá Equinor, Jákup Øregaard.
Eftir at hava fingið innlit í arbeiðið hjá Equinor og her serstakliga komandi Rosebank útbyggingina nær føroyska markið, nýttu føroysku umboðini høvi til at greiða Equinor stjóranum frá um Føroyar og tess geografisku støðu tætt við bretskt øki. Víst varð m.a. á, at Føroyar liggja ikki so langt frá Rosebank kelduni og høvdu føroyskar fyritøkur uttan iva viljað bjóðað seg fram við vørum og tænastum, tá tann tíð kemur. Hetta vildi hann fegin leggja sær í geyma.
Eli Lassen, stjóri í Atlantic Supply Base og Louis Wilson, umboðsmaður hjá FOÍB í Bretlandi á vitjan í høvuðssætinum hjá Equinor í Aberdeen. Mynd Jan Müller
Tað er so annars ein sannroynd, at føroysk fyritøka nú í fleiri ár hevur veitt tænastur til orkuvinnuna á Atlantsmótinum eystan fyri Føroyar. Føroya Tele veitir sum er samskiftistænastur umvegis Shefakaðalin til orkufelagið BP. Og nú ætlanir eru um nýggjar útbyggingar í økinum ætlar Føroya Tele sær eisini at bjóða seg fram. Fyritøkan hevur longu samband við Equinor um at veita tænastur til komandi Rosebank útbyggingina.
Føroya Tele hevur gjøgnum Shefa-kaðalin nú í fleiri ár veitt samskiftistænastur til bretska orkufelagið BP eystan fyri føroyska markið. Fyritøkan vónar, at grønt ljós verður givið til útbygging av Rosebank, soleiðis at hon kann gera sáttmála við Equinor eisini. Her vitjar Jákup Øregaard, sum stendur á odda fyri altjóða boringum hjá Equinor føroysku stórfyritøkuna. Vm. Páll Vesturbú og hm. Jan Ziskasen frá ávikavist FT Net og Føroya Tele.
Nú stórar broytingar henda í vinnu- og orkuumhvørvinum í Aberdeen løgdu føroysku umboðini eisini leiðina til stóru havnina í Aberdeen, sum í løtuni verður útbygd við eini djúphavn fyri 5-6 mia. kr. Havnin, sum hevur tænt olju- og gassvinnuni trúðliga í 40 til 50 ár, fer í framtíðini eisini at fevna um mongu tænastuveitingarnar, sum grøna orkuskiftið hevur við sær her m.a. uppsetan av havvindmyllum.
FOÍB og Atlantic Supply Base á vitjan í nýggju djúphavnini í Aberdeen, saman við stjóranum og hansara næstamanni. Mynd Jan Müller
Stórt øki kring havnina nevnt “Energy Transition Zone” er lagt av til at hýsa ørgrynnu av tænastum og verður riggað til at kunna tæna øllum broytingunum, sum eru partur av framtíðar veitingunum eitt nú til at tæna skiftinum frá at vera olju- og gass høvuðsstaðurin í Evropa til at gerast høvuðsstaðurin fyri alla orku í Evropa.
Aberdeen er við at gerast ein hin fremsti grønorkukveikjarin í heiminum og hevur sum fyrsti býur fingið vetnisriknar bussar.
(Orkan.fo fer í komandi greinum at hava frásagnir frá ymsu vitjanunum í Aberdeen.)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald