Í oktoberútgávuni av altjóða viðurkenda vísindaliga jarð-kolvetnistíðarritinum AAPG Bulletin (American Association of Petroleum Geology Bulletin) hevur Óluva R. Eidesgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, saman við Lars Ole Boldreel, Københavns Universitet, Niels Hemmingsen Schovsbo, GEUS, og Janu Ólavsdóttir, Jarðfeingi, fingið áhugaverda grein um Anne Marie brunnin almannakunngjørda. Greinin ber heitið “Hydrocarbon-bearing volcanic lava deltas as potential reservoirs: A case study from the North Atlantic Igneous Province, Faroe-Shetland Basin”.
Greinin viðger tey trý gassintervallini borað varð gjøgnum í tí sonevndu Anne-Marie-boringini, ið italska ENI gjørdi í 2010. Anne-Marie-boringin liggur skamt frá markinum til Stórabretland, einans 20 km eystanfyri Cambo-fundin.
Tað áhugaverda við teimum trimum gassintervallinum er, at tey vórðu funnin í einum lavadelta, sum ikki er eitt vanligt kolvetnisgoymslugrýti. Greinin kann viðvirka til, at meira fokus fer at verða á basaltiskt tilfar sum goymslugrýti yvirhøvur, bæði tá talan er um kolvetni, jarðhita, grundvatnsgoymslur ella sum CCS-goymslur (Carbon capture and storage).
Ein enskur samandráttur av greinini sæst her á AAPG Bulletin, meðan hald krevst fyri at síggja alla greinina.
Fleiri upplýsingar um greinina kunnu fáast við at venda sær til Óluvu R. Eidesgaard skrivar Jarðfeingi á síni heimasíðu.
Anne Marie brunnurin og framtíðin
At ljós verður varpað á Anne Marie brunnin 13 ár eftir, at hann varð boraður, má sigast at vera áhugavert fyri tey, sum hava fylgt og fylgja gongdini í sambandi við royndirnar at finna kolvetni í føroysku undirgrundini. Orkuportalurin hevur roynt at fylgja málinum og fara vit eisini at hava eitt vakið eygað við, hvat fer og kann henda í framtíðini. Kann tað m.a. hugsast, at slíkar greinar sum tann, ið Jarðfeingi hevur fingið rúmd fyri í altjóða riti, kunnu medvirka til, at áhugin fyri føroysku undirgrundini aftur fer at økjast?
Fleiri av teimum 9 boraðu brunnunum á føroyska landgrunninum prógvaðu, at ein virkin kolvetnisskipan finst í føroysku undirgrundini. Og ein av brunnunum, Marjun var eitt fund, sum kortini ikki tá fyri skjótt 20 árum síðani varð mett at vera rakstrarverdugt.
Anne Marie brunnurin stendur so eisini framvegis sum eitt "kuriosum", nú stórar nøgdir av gassi streymaðu upp úr boriholinum júst tá avgjørt varð at gevast við boringini. Ein kann við røttum spyrja, um ikki okkurt felag kann vera áhugað í at seta borin í aftur júst Anne Marie í eini tíð við sera høgum olju- og gassprísum, og har kolvetni eru vorðin ein mangulvøra eftir russisku innrásina í Ukraina.
Anne Marie tætt við markið. Hinumegin markið Rosebank og Cambo.
Jarðfeingi hevur á fleiri av sínum marknaðartiltøkum í útlandinum brúkt júst Anne Marie brunnin sum eitt møguligt boð uppá ein part av føroysku undirgrundini, sum kann vera áhugaverdur at kanna nærri.
Hóast tað vanliga ikki verður hildið, at olju- og gassgoymslur finnast í vulkanskum økjum, so vita vit frá boringum í bretskum øki, at olja og gass eru funnin í stórum nøgdum júst í vulkanskum økjum, bæði undir, í og omaná basaltløgunum. Hetta ger seg m.a. galdandi í teimum báðum stóru olju- og gasskeldunum skamt frá føroyska markinum, Rosebank og Cambo. Onnur av hesum nevniliga Rosebank verður nú útbygd til framleiðslu.
Stóri spurningurin er, um tað kunnu finnast Rosebank- og Cambo líknandi goymslur føroysku megin markið eisini. Og spurningurin er tá, um Anne Marie er eitt dømi um slíka?
Kelda: JF.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald