Innanlands

Vatnstøðan við Føroyar hækkar og fer at hækka enn meira

-Seinastu 30 árini er vatnstøðan kring Føroyar hækkað umleið 10 cm. Mest trúligt er tað av mannaávum (globalari upphiting). Helst hækkar hon millum 30 og 70 cm aftrat hesa øldina og um heilt illa vil til, kann hon hækka væl meira.  

Bogi Hansen, havgranskari á veðurlagsráðstevnu í Havn í vikuni. Myndir Jan Müller

Bogi Hansen, havgranskari á veðurlagsráðstevnu í Havn í vikuni. Myndir Jan Müller

2024-03-21 15:24 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta vóru greiðu orðini hjá einum av okkara fremstu havgranskarum, Boga Hansen, tá hann hevði framløgu á spildurnýggja og spennandi tiltakinum um føroyska veðurlagið, har granskarar á  fleiri ymsum almennum stovnum í Føroyum løgdu fram vitan og sjónarmið undir heitinum: -Er føroyska veðurlagið við at broytast?”.

[object Object]

Bogi Hansen hevur verið tann persónurin í landinum, sum nú í mong ár einamest hevur ávarað ímóti veðurlagsbroytingunum og aftur og aftur hevur heitt á føroyskar politikarar um at fremja ítøkilig tiltøk til tess at minka um okkara part av CO2 útlátinum. Hetta hevur hann gjørt í loftmiðlunum og í greinum í bløðunum eins og á fundum. Hann er alt annað enn fegin um,  at Føroyar skulu vera tað landið í heiminum, sum stendur  fyri tí størsta útlátinum av vakstrarhúsgassum uppá íbúgva. Tí er hansara boðskapur greiður: vit eiga øll at gera okkara til at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum.

[object Object]

Ì framløgu síni greiddi Bogi frá kanningum av  havstreymunum, sum ganga framvið Føroyum og teirra ávirkan á veðurlagið og vatnstøðuna. 

Hvat hevur so gongdin verið í havøkinum kring Føroyar sum heild  frá 2093 til 2022 spurdi hann og helt fram:

-Hevur tú broytingar í streyminum, so kann man kanska vænta, at tú fær broytingar í vatnstøðuni eisini. Vatnstøðan hevur verið óreglulig. Hon kann fara upp eitt ár og niður árið eftir. Í 2003 var hon serliga høg norðan fyri Føroyar og var hon tann hægsta vit hava sæð har seinastu 30 árini. 

-Orsøkin var, at tann heiti streymurin, sum fer norðan fyri Føroyar, var serliga veikur tað árið. Tað var forkláringin fyri 2003, og eg hugsi mær, at tað er forkláringin uppá nokk so nógv av teimum smáu broytingunum vit síggja frá einum ári til annað.  Smáar broytingar i streyminum eru nóg mikið til at broyta okkara vatnstøðu nakrar centimetrar. Ì flestu støðum kring Føroyar er vatnskorpan hækkað hesi 30 árini umleið 10 cm ella  3 mm um árið.  Vatnstøðan er hækkað kring Føroyar eins og um øll høv seinastu 30 árini. 3 mm um árið er júst tað, sum meðal vatnstøðan um øll heimshøvini er økt seinastu 30 árini. 

[object Object]

Gongdin hjá okkum er tann sama fyri heimshøvini sum heild. Eg ivist ikki í, at orsøkin  eisini er tann sama og er hon greið í frágreiðingini frá veðurlagsnevnd ST, nevniliga at hon í høvuðsheitum kemst av mannaávum. Ein hækking uppá 10 cm í heiminum kring okkum er neyvan tann broyting, sum hevur havt mest ávirkan á føroyska samfelagið í hvussu er ikki fyribils, men hetta er tann broytingin í føroyskum øki, har vit við størst vissu kunnu siga, at talan er um  veðurlagsbroytingar,  sum stava frá okkum menniskjum. 

[object Object]

Bogi Hansen spurdi, hvat vit so kunnu rokna við í framtíðini og vísti hann aftur  til veðurlagsnevndina IPCC hjá ST.

-Har síggja vit eina gongd fyri meðal vatnstøðuna fyri øll heimshøvini alt eftir hvussu optimistisk, pessimistisk ella realistisk vit eru. Um  man er superoptimist so snýr tað seg um at halda Parísavtaluna og ger man tað, so hækkar vatnstøðan eftir IPCC metingini 30 cm. aftrat hesa øldina. Brúkar man tað mest pessimistiska senario hjá IPCC, so er tað 70 cm aftrat, og tað er tað spennið, sum IPCC metir er mest trúligt.

Men so hava tey eisini eina meting, ið svarar til eina hækking uppá minst hálvan annan metur aftrat hesa øldina, og tað er tí, at IPCC viðurkennir, at óvissur eru knýttar til tey klimamodellini man brúkar til at gera hesar forsagnirnar. Tey eru góð til nógv men tað eru so eisini nógv viðurskifti tey ikki eru serliga góð til, eitt nú  hvat hendir við stóru ísjøklunum í Grønlandi og Arktis. Tá hesir vera óstabilir og bara pumpa ís út í høvini, tá kunnu vit fáa eina gongd, sum vísir tær mest ógvusligu avleiðingarnar fyri heimshøvini sum heild og eina “worst case” støðu. Og so kann man spyrja, um tað eisini er ein “worst case” støða fyri Føroyar.

Til tað segði Bogi Hansen, at tað er tað faktiskt ikki, tí vit eru haraftrat nokkso merkt av streymunum, sum ganga fram við Føroyar og her serliga av Golfstreyminum. 

[object Object]

Hann vísti síðani á nýggja grein, sum hálendingar hava skrivað, har teir hava roknað uppá, hvat hendir, um man kunstiga fær eitt klimamodell til at kollapsa Golfstreymin.

Tá lækkar vatnstøðan flestu støð heiminum men í Atlantshavi hækkar hon og eftir teirra meting kanska upp móti einum meturi við Føroyar.  So kann man siga, at skuldi hetta hent, so hevði tað nokk verið óliviligt her kortini. Men tíbetri metir IPCC, at tað verður einki bráddligt kollaps av Golfstreyminum í okkara øld. Men tiverri hava teir so bara meðalálit á tí støðuni. Tað er faktiskt eit broyting í mun til eldri IPCC frágreiðingar segði Bogi Hansen.  

[object Object]Tað var fullteknað til hesa fyrstu veðurlagsráðstevnuna í Føroyum, sum varð hildin í snotuligu og rúmligu hølunum á Hotel Hafnia. Myndir Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder