Børnini og tey ungu hava reist málið, tí tey á egnum kroppi hava upplivað óvanligar hitabylgjur, skerping og skógareldar. Í grein í danska miðlinum Altinget, skrivar stjórin í Institut for Menneskerettigheder, Louise Holck grein um málið.
Hon vísir á, at ikki einans hava veðurlagsbroytingar gjørt, at lívið hjá hesum portugisisku børnunum er broytt orsakað av veðurlagsbroytingum, men tey bera eisini ótta fyri framtíðini, teirra familjulívi og hvussu teirra børn skulu yvirliva undir veðurlagsbroytingunum.
Saman við einum bólki av sveisiskum eldri og einum fronskum borgarstjóra eru tey portugisisku børnini millum tey fyrstu at royna veðurlagsbroytingar sum eitt menniskjansligt mál við Evropeiska Mannarættindadómstólin. Í farnu viku fór dómstólurin undir at viðgera sveisiska rættarmálið.
Louise Holck skrivar, at ákærurnar reisa stórar og týðandi spurningar rundan um tulkingina av evropeisku mannarættindakonventiónini. Hetta er nýtt land, og dómararnir verða tí avgerandi fyri tulkingina av viðurskiftunum millum mannarættindi og veðurlagsbroytingar.
Veðurlagspanelið hjá ST hevur júst gjørt greitt, at viðgerðin, sum lond geva veðurlagstiltøkum er als ikki nóg mikið til at steðga veðurlagskreppuni. Um somu tíð verða fyrireikingar gjørdar til COP28, sum m.a. skal viðgera fígging av veðurlagsbroytingum og teimum avleiðingun hesar hava.
Louise Holck skrivar víðari, at á COP28 er tað rætt at viðgera orðini í París avtaluni um, at londini í sínum veðurlagsarbeiði bæði skulu virða og fremja mannarættindi.
Tí metir hon, at tey trý sakarmálini og Mannarættindadómstólurin fara at fáa sera stóran týdning fyri, hvussu heimsins lond komandi árini skulu handfara hitavøkstur, ekstremt veður og klimaflóttar.
Í løtuni er tað ein ósvaraður spurningur, um lond kunnu verða dømd við ein evropeiskanmannarættindastovn fyri ikki at hava handfarið veðurlagstrupulleikar nóg ábyrgdarfult. Bæði ES dómstólurin og tann Evropeiski Mannarættindadómstólurin hava tikið avgerðir í málum, sum peika í ymsar vegir.
Mannarættindadómstólurin hevur í dálkingarmálum áður sagt, at lond skulu taka stig til rímuligar atgerðir fyri at verja borgararnar móti avleiðingum av nátturuvanlukkum, sum kunnu ávísast frammanundan við stórari vissu. Um tað sama fevnir um veðurlagsrelateraðar náttúruvanlukkurer enn óvist.
ES dómstólurin hevur víst aftur at viðgera eitt mál, har 10 familjur og ein samiskur ungdómsfelagsskapur komu við eini klagu um, at veðurlagsmálini hjá ES í 2030 ikki ganga nóg langt til tess at verja rættin til lív, heilsu og arbeiði og ognarviðurskifti. Klagan varð víst aftur, tá klagurnar ikki í nóg stóran mun vístu til einstaklingaviðurskifti.
Greta Thunberg og 300 klimaaktivistar hava júst fingið grønt ljós til at saksøkja svenska statin. Svenski klimapolitikkurin er ikki nóg framsøkin til at handfara veðurlagsbroytingarnar og tí er spurningurin:
“Svenski staturin hevur eina løgfrøðiliga skyldu til at verja mannarættindi. Tað snýr seg m.a. um lív, heilsu, virðing, vælveru, heim og ognir skriva saksøkjararnir.
Sakarmálið í Svøríki er ikki eindømi. Seinastu 15 árini er talið á veðurlagssakarmálum, sum verður reist við dómstólar í londunum, vaksið nógv.
Felags fyri tey er, at saksøkjararnir vilja ábyrgda lond fyri veðurlagsbroytingar við at vísa til sínirættindi. Nakrir saksøkjarar hava longu fingið viðhald. Í tveimum málum hava dómstólar í londum lagt dent á lutvíst rættin til lív og frælsisrættindi og hava dømt til fyrimunar fyri hægri veðurlagsambitiónir.
Í Hálandi álegði hægsti dómstólurin í 2019 stjórnini at avmarka útlátið av CO2 enn meira, tí stjórnin hevur skyldu til at verja rættin til lív.
Og í Týskalandi gjørdi grundlógardómstólurin í 2021 greitt, at landsins veðurlagslóg útsetir so nógv av CO2 minkingini til eftir 2030, at tað kann koma at skaða rættindini hjá framtíðar ættarliðum. Stjórnin varð áløgd at justera síni útlátsmál.
Tað kemur tí als ikki óvart á, at veðurlagsspurningurin nú verður tikin upp við Mannarættindadómstólin í Strasbourg skrivar Louise Holck í Altinget.
Fyrrverandi ST mannarættindakommiserurin, Michelle Bachelet kallaði altjóða veðurlagskreppuna ta størstu heimsumfevnandi hóttanina móti mannarættindum síðani seinna heimsbardaga. Hon heitti á lond um at taka upp veðurlagssakir.
Breið semja er um, skrivar Holck víðari, at veðurlagsbroytingar kunnu hótta grundleggjandi rættin til lív, heilsu, íbúð, sjálvsavgerðarrætt og vatn.
Enn eitt týðandi perspektiv er, at avleiðingar av veðurlagsbroytingum fara serliga illa við persónum og samfeløgum, sum longu er hart rakt orsakað av geografi, aldri, fátækradømi, kyni, handicap og mentanarligum og etniskum grundarlag.
Tí heldur Holck, at rættindini, sum nú verður klagað um, eru rímulig og røtt.
Men hetta er neyðturviliga ikki nokk til, at Evropeiski Mannarættindadómstólurin fer at hyggja nærri at málunum. Fyrst skal dómstólurin taka støðu til, um hesi í heila tikið liva upp til klagukrøvini.
Dómstólurin skal m.a. meta um, antin støðan er so serstøk, at tað er møguligt at viðgera sakina hjá portugisum, uttan at sakin fyrst hevur verið roynd við dómstólarnar í landinum. Tað kann nevniliga vera torført at vísa á tann seka, tá øll lond sum so eru samsek.
Tað fer at verða høvuðskjarnan í málunum skrivar Louie Holck. Men sakirnar kunnu koma at gera týðandi spurningar meira greiðar, um hvat tey evropeisku londini mannarættindarliga hava skyldutil í bardagnum móti veðurlagsbroytingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald