Uttanlands

Vilja ikki hava vindmyllur í Køge Bugt

Ætlanin at seta upp risastórar vindmyllur í Køge Bugt nærhendis Stevns Klint møtir stórari mótstøðu frá fólkinum í økinum. Tey siga, at vindmyllurnar fara at oyðileggja upplivingina av Stevns Klint, sum er á listanum hjá UNESCO yvir varðveitingarvard øki skrivar TV2 Lorry

2022-02-04 10:04 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað er ikki einans í Føroyum, at uppsetan av vindmyllum og her ikki minst sera høgum myllum, hevur vakt ans og misnøgd millum í hvussu er partar av fólkinum, sum halda vindmyllurnar skemma náttúruna við sínum stóra veingjabreiði, hædd og gangi.

Vit kenna hetta eisini  frá heimliga kjakinum um bæði høgar vindmyllur og staðsetingina av teimum, tó í avmarkaðan mun. Men fara vit til Noregs so er hetta nakað, sum hevur fingið nógva rúmd í norskum miðlum nú í fleiri ár, har íbúgvar úti á bygd serliga als ikki vilja síggja vindmyllurnar í teirra bakgarði og tí krevja, at vindmylnufeløgini fara til havs við myllunum. Hvat so í stóran mun júst hendir.

Enn eru vit í Føroyum ikki komin hartil í størri mun at umrøða møguleikan fyri at seta upp vindmyllur til havs eins og verður gjørt í t.d. Skotlandi. 

Eisini í Danmark, sum annars ynskir at vera leiðandi landið í heiminum innan grøna orku, hoyrast røddir av og á, sum heldur vilja hava stóru vindmyllurnar at verða settar upp langt til havs heldur enn á landi ella tætt við land. Hetta kemur m.a. til sjóndar í Stevns kommunu, har tey eru ónøgd við viðferðina tey hava fingið frá myndugleikunum í Keypmannahavn.

Hóast bæði kommuna og náttúrufriðingarfelagið fult og heilt taka undir við grøna orkuskiftinum og hava stóra virðing fyri ætlanini hjá Keypmannahavn at gerast heimsins fyrsti C02 neutrali høvuðsstaður, so halda tey ikki, at tey hava fingið eina góða viðferð frá  myndugleikanum har.

Eitt felag hevur ætlanir um at seta upp 26 til 45 havvindmyllur í einum øki í Køge Bugt. Myllurnar verða hvør um 220 metrar høgar og skulu standa átta kilometrar frá strondini. Hetta er alt ov nær landi og myndugleikarnir hava als ikki skilt, hvat ein slíkur fjørður skal brúkast til verður sagt.  Ein orsøk til ónøgdina er tann, at risamyllurnar fara at oyðileggja upplivingina av Stevns Klint, sum í 2014 bleiv partur av heimslistanum hjá UNESCO yvir varðveitingarverdug pláss, býir, bygningar ol.

Myllurnar fara at vera sera sjónligar í hesum økinum og fara tí at órógva upplivingina av heimsarvinum og av Stevnt Klint frá øllum síðum sigur ein av teimum, sum er ímóti at seta upp myllurnar í Køge Bugt. Eisini verður víst til, at tað fer at hótta djóralív og her serliga fuglalívið.  

-Vit hava einki ímóti vindmyllum sum so. Tað er bara staðsetingin, sum er so óheppin sigur ein íbúgvi í økinum við TV Lorry. Nú fer verkætlanin til almenna hoyring. Umboð fyri myndugleikarnar siga, at nógv øki eru kannað og eru komnir eftir, at Køge Bugt er tað rætta staðið. Teir vísa á, at allar umhvørviskanningarnar vísa - undantikið júst tað at skula síggja vindmyllurnar í umhvørvinum - at har eru eingir trupulleikar sum so. Hoyringsfreistin er 20. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder