Fyrstu ferð, at hetta hendi, var í november í fjør, tá vindmylnulundin lat streym til risastóra Gullfaks A pallin á norska landgrunninum. Spurningurin um at brúka streym frá vindmyllum er vorðin sera aktuellur í sambandi við grøna orkuskiftið. Har tað ber til verða pallar til havs elektrifiseðir umvegis kaðalar úr landinum. Men har hetta ikki letur seg gera er neyðugt við stórum flótandi havvindmylnulundum til havs. Hetta er so eisini í tráð við orku- og umhvørvispolitikkin hjá norsku stjórnini.
Á Hywind Tampen eru 11 vindmyllur, sum fara at lata 35% av streymnýtsluni á Gullfaks og Snorre pallunum. Tað fer at minka um CO2 útlátið við 200.000 tonsum um árið sambært Equinor, sum eigur bæði pallar og vindmylnulundina. Væntandi koyra allar vindmyllurnar við fullari ferð við ársenda í ár.
Hywind Tampen er fyrsta stigið í royndunum at minka um útlátið frá framleiðsluni á olju- og gasspallum í Norðsjónum, skrivar Offshore Energy.
Bæði í Norra og Bretlandi verða gjørdar stórar íløgur í flótandi havvindmyllur, sum skulu minka um CO2 útlátið í oljuvinnuni. Størsti parturin av útlátinum frá oljuvinnuni stavar frá sjálvari framleiðsluni á pallum.
Tá risastóru vindmyllurnar til Hywind Tampen vórðu riggaðar til og samlaðar í norskari havn fyri góðum ári síðani. Alt arbeiðið at samla ymsu partarnar av vindmyllunum verður gjørt í landi og verða myllurnar síðani togaðar til havs.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald