Hóast ólagaliga veðrið fyri fólk flest, men gott fyri grøna orkuskiftið, høvdu mong leitað sær til almenna hátíðarhaldið, tá vindmylnulundin á Gellingarkletti varð tikin í nýtslu seinast í farna ári. Hetta mundi vera størsta íløgan í grøna orku í farna árinum. Millum røðarnar til hátíðarhaldið varð stjórin á Umhvørvisstovuni, Sigurð í Jákupsstovu. Hann segði m.a.:
-Vegna Umhvørvisstovuna og Elveitingareftirlitið skal eg við hesum ynskja Vindrøkt og føroysku elskipanini hjartaliga tillukku við vindmyllulundini á Gellingarkletti – nú lundin alment verður tikin í nýtslu. 6 stk 4,2 MW Vestas vindmyllur – 25,2 MW svarar til gott og væl 1/3 av mestu lastini á elkervinum her í meginøkinum. Um vit taka hinar myllurnar við, sum eru í rakstri og tær, sum nú eru uppkomnar í Flatnahaga – so verður samlaði vindmátturin í meginøkinum um 60 MW.
Hendan vindmyllulundin er eitt risafet rætta vegin – og hevur hon higartil framleitt áleið 22 GWt inn á netið (svarandi til ársnýtsluna hjá áleið 1500 húsarhøldum sum hava hitapumpu og elbil).
Føroyar skulu verða grønar – hetta eru øll samd um – SEV, vinnulív borgarar og politiska skipanin. Øll, tori eg at siga, eru samd um málið, men tað sum skilir okkum eru ymsir smálutir ella detaljur, sum t.d. hvussu skjótt skal farast fram? hvussu skal byggjast út, hvørjar treytir skulu galda fyri ymisk sløg av orkuframleiðslu, hvussu skal markamótið vera millum myndugleika og SEV, hvussu skal kappingin skipast o.s.fr?
Eg sat sjálvur í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi uppskot til elveitingarlógina. Tað gekk fyri seg í 2005-06, og lógin kom í gildi í 2007. Tað var Vinnumálaráðið við Arna Poulsen aðalstjóra og Bjarna Djurholm vinnumálaráðharra, sum setti arbeiðið í gongd grundað á samgonguskjalið hjá tásitandi samgongu, og myndugleikaøkið varð lagt til Jarðfeingi.
Felagið Røkt við Johan í Niðristovu gingu undan. Í 2003 fekst loyvi at seta tríggjar 660 kW Vestas vindmyllur upp við Mýrarnar í Vestmanna og avtala varð gjørd við SEV um at keypa framleiðsluna fyri 40 oyru/kwh. Eg veit ikki, hvussu hesin prísurin varð ásettur, men tað hevur so verið ta semjuna man er komin til millum SEV, Landsstýrið og Vindfelagið Røkt. Myllurnar hava framleitt í miðal 6,4 GWt/ár hesi 19 árini, sum hava spart landinum góð 25.000 tons av tungolju.
Nú eru skjótt 20 ár liðin síðan fyrsta veruliga vindmylluframleiðslan varð sett í verk og tøki vindmyllumátturin er vaksin úr 2 MW í 2007, tá elveitingarlógin varð sett í gildi, til í dag, tá áleið 67 MW av vindorku eru uppsett.
Føroyar hava fráboðað altjóða samfelagnum at vit eru partur av veðurlagssáttmálanum frá 1992, og seinni, at vit eru partur av Paríssáttmálanum frá 2015. Við hesum hava vit bundið okkum til at minka um útlátið av veðurlagsgassum munandi fram til 2030 og á henda hátt gera okkara til at minka um upphitingina av jørðini. Paríssáttmálin ásetur, at upphitingin verður hildin væl undir 2 stigum og helst ikki hægri enn 1,5 stig. Londini skulu fráboða regluliga, hvørji átøk verða sett í verk og hvussu nógv útlátið kann væntast at minka sum úrslit av hesum.
Landstýrismaðurin í Umhvørvis- og Vinnumálum setti í 2020 ein arbeiðsbolk at gera uppskot til orku- og veðurlagspolitikk, sum ásetur ítøkiligar ætlanir fyri minking av útlátinum av veðurlagsgassi. Um 90% av útlátinum stavar frá nýtslu av olju, so átøkini snúgva seg í høvuðsheitum um, hvussu føroyska orkuskipanin kann leggjast um til varandi orkukeldur, og at øll orkunýtsla skal elektrifiserast. Politikkurin varð sendur til hoyringar á vári 2021 og varð samtyktur í løgtinginum 5. mai 2022.
Orku- og veðurlagspolitikkurin snýr seg í høvuðsheitum um orkuskiftið á landi,- um hvussu upphiting, ferðsla og íðnaður kann leggjast um til elorku. Framskrivingar vísa, at elorkuframleiðslan komandi 10 árini skal vaksa úr verandi 400 GWt/ár í 2021, harav 150 GWt koma úr varandi orku, til í minsta lagi 1000 GWt í 2032. Tá er málið, at øll orkunýtsla á landi er grøn,- hetta er neyðugt, um vit skulu røkka settu málunum at minka um okkara útlát. Tølini eru nógv og stór, men í stuttum merkir hetta, at í 2032 skulu 850 GWt av varandi orku vera løgd afturat árligu elframleiðsluni, um vit samanbera við 2020.
Men, tá vit koma inn í 2023, so framleiða myllurnar á Gellingarkletti og tær í Flatnahaga og hava hesar eina møguliga framleiðslu uppá áleið 160 GWt. Við hesum kann framleiðslan úr varandi orkukeldum, um alt kemur til høldar, fara uppum 300 GWt um árið.
Og júst hetta er ein høvuðsavbjóðing. Sum er, so verður mesti vøksturin í varandi orkuframleiðslu at koma frá vindorku, og tí er avbjóðingin: hvussu kunnu vit fáa sum mest av vindorkuna til høldar?
SEV, sum netfelag og systemoperatørur, ið hevur ábyrgd av veitingartrygdini, hevur sett sær fyri, at øll elorka skal vera grøn í 2030, og SEV hevur tí leingi arbeitt við spurninginum um, hvussu vindorkan kann loftast. Hesin spurningurin kann býtast í trý, hvussu fáa vit sum mest av vindorku inn á netið til eina og hvørja tíð, hvussu kunnu vit goyma orku til løtur, tá minni framleiðsla er, og hvussu kunnu vit tillaga nýtsluna til væntaða framleiðslu.
Í Suðuroy er spennandi skipan við battarí og synkronkompensatori sett í verk, sum sær út til at rigga frábera væl. Hetta sæst m.a. við, at tá nokk av vindorku er, so kann Vágsverkið sløkkjast. Framleiðslan í oktober fór uppum 80% av varandi orku, har vindorkan stóð fyri 60%. Hetta eru kollveltandi og spennandi royndir, sum vónandi skjótt kunnu flytast her til meginøkið.
Afturat hesum er SEV farið undir at fyrireika bygging av pumpiskipan i Vestmanna. Pumpiskipanin hevur tvey endamál,- at goyma vindorku og at skapa støðufesti í elskipanini. Eftir ætlan kann pumpuskipanin takast í nýtslu í 2027/28.
Vindorkan er nógv bíligari enn olja. Við nýggju tøknini eru útlitini góð fyri, at vit kunnu fáa eina elskipan, sum byggir á varandi orku, og har størri parturin er vindorka, hetta ber til.
Men tað er umráðandi, at vit arbeiða væl saman og tryggja, at røttu avgerðirnar verða tiknar, at vit fáa eina skipan, sum eggjar til virkisfýsni og nýmenning, har borgarar, vinnulív og tað almenna kunnu taka lut. At leggja alla orkuskipanina um frá olju til el er ein risastór uppgáva, sum vit skulu lyfta í felag skal tað eydnast at leggja okkara nýtslu um til grøna orku tey komandi 10 árini, segði Sigurð í Jákupstovu, stjóri á Umhvørvisstovuni, tá vindmylnulundin á Gellingarkletti varð alment tikin í nýtslu í 2022.
Felagið Røkt við Johan í Niðristovu gekk undan - saman við Effo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald