Innanlands

Yvir 60 prosent av møguligu framleiðsluni kemur ikki til høldar

Vindmyllurnar í Porkerishaga kundi framleitt næstan 12 gigawatttímar afturat, sum ikki verða gagnnýttir nú

2022-02-07 17:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein knappur triðingur av orkuframleiðsluni í Suðuroy í fjør var við varðandi orku. 2021 var fyrsta árið við vindorku í oynni, og av teimum 35,9 gigawatttímunum, sum Sev framleiddi, var 31 prosent varðandi orka. 21,4 prosent komu frá vindmyllunum, 0,5 prosent frá sólfangarunum á Sumba og 9 prosent frá vatnorkuverkinum í Botni.

Men tølini vísa eisini, at ein rættiliga stórur partur av framleiðsluni, sum kemur frá vindmyllunum í Porkerishaga, fer til spillis.

Talan er um hugtakið “windcurtailment”, sum merkir framleiðsla frá vindmyllum, sum verður skorin burtur.

Umhvørvisstovan hevur gjørt eina uppgerð yvir el-framleiðsluna í 2021, har serligur dentur verður lagdur á Suðuroy, ið er ein lukkað skipan, tá tað kemur til streymframleiðslu, skilt á tann hátt, at Suðuroyggin sjálv framleiðir allan streymin, og er ikki knýtt í aðrar oyggjar við kaðali.

[object Object]

Hendan myndin vísir vindframleiðsluna fyri hvønn mánaða í 2021.

Teir myrkagrønu stabbarnir vísa møguliga framleiðslu, tað er tann samlaða framleiðslan, sum er tøk til nýtslu og hevði kunnað verið gagnnýtt, um elskipanin og brúkararnir av el høvdu kunnað tikið ímóti øllum. Teir ljósagrønu stabbarnir eru tann framleiðslan, sum er gagnnýtt, meðan teir ljósabrúnu stabbarnir vísa ikki gagnnýtta elorku frá vindmyllunum. Talan er um tað, sum eitur “windcurtailment”.

Av tí, at elskipanin av ymsum grundum ikki er før fyri at taka ímóti, er neyðugt at lata myllurnar framleiða við lægri mátti. Hetta fyribrigdi vil altíð vera í eini framleiðsluskipan við óstøðugum orkukeldum. Tað er ein avbjóðing at minka hendan partin og at gagnnýta so stóran part, sum til ber.

Henda myndin vísir, at heilir 11,9 gigawatttímar, ella 61 prosent av møguligu framleiðsluni ikki kemur til høldar.

Ben batar eru á veg, tí nú í vár verður eitt lutfalsliga stórt elbattarí (6-7 MW) og lutfalsliga stórir synkronkompensatorar tiknir í nýtslu í elskipanini í Suðuroy. Hesi tól fara at gera tað møguligt at økja munandi um brøkpartin av vindorkumátti, til tíðir upp móti 100 prosent, og eisini gera tað møguligt til tíðir at sløkkja motorarnar á Vágsverkinum, stendur at lesa í frágreiðingini.

Væntast kann, at gagnnýtslan av vindorku fer munandi upp, at nøgdin av ikki gagnnýttari vindorku fer at minka úr umleið 12 gigawatttímumum árið niður í umleið 5, og at nýtslan av tungolju á Vágsverkinum harvið fer at minka við umleið 1.500 tonsum um árið.

Gevur meining av brúka elbilar og hitapumpur – serliga í Suðuroy
Víðari verður skrivað í frágreiðingini:

- Hin orsøkin, sum ger, at tað framvegis ikki ber til at fáa alla vindorkuna til høldar er, at nýtslan í Suðuroy stórar partar av tíðini er væl minni enn 6,3 MW, sum er samlaði mátturin á vindmyllunum.

- Tað ræður tí um við skilagóðum átøkum at økja um nýtsluna av elorku. Tað gevur sera góða meining at brúka hitapumpur til upphiting og at brúka elbilar í Suðuroynni. Hvørt sethús, sum ikki hevur oljufýr sparir 2 til 3 tons av olju um árið og hvør bilur, sum ikki hevur bensin- ella dieselmotor sparir um 1 tons av olju um árið.

- Samstundis verða hesi brúkarar av elorku, sum fyri ein heilt stóran mun kemur frá varandi orkukeldum, og eru við til at gagnnýta ein enn størri part av vindorkuni, sum annars ikki verður brúkt.

Frágreiðingin vísir eisini á onnur tiltøk, sum kundu verið gjørd fyri at gagnnýta vindmyllurnar betri. Eitt nú kundi upphitingin til Pálshøll flutt yvir til el og fjarhitaskipanir kundi verið gjørdar á stóru plássunum har orkugoymslurnar vórðu hitaðar við el-orku. Eisini eru møguleikar við pumpuskipan við vatngoymslum og møguliga at framleiða vetni (brint). 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder