Uttanlands

Trump við Bretland: -Haldið fram við oljuvirksemi

Komandi amerikanski forsetin Donald Trump hevur ein greiðan boðskap til nýggju bretsku stjórnina: -Latið Norðsjógvin upp fyri olju- og gassvirksemi og steðgið vindmyllunum.

Komandi amerikanski forsetin Donald Trump leggur seg nú út í bretskan orkupolitikk og sigur, at tað er eitt sera stórt mistak, um Bretland vendir olju og gassi bakið. Mynd Financial Times

Komandi amerikanski forsetin Donald Trump leggur seg nú út í bretskan orkupolitikk og sigur, at tað er eitt sera stórt mistak, um Bretland vendir olju og gassi bakið. Mynd Financial Times

2025-01-04 15:05 Author image
Jan Müller
placeholder

Tíðindi/Greining. Hetta skrivar hann á síni egnu heimasíðu “Truth Social” nú nakrar fáar dagar, áðrenn hann verður tikin í eið sum forseti. Trump skrivar hetta í sambandi við, at amerikanska oljufelagið Apache ætlar at gevast við síni framleiðslu í Norðsjónum innan 2030, nú stjórnin ger alt fyri at leggja fót fyri víðari virksemi.  Sambært felagnum fer framleiðslan at minka við 20% longu í nýggja árinum. Oljuframleiðslan á bretska landgrunninum er lækkað frá 4,4 mió. tunnum um dagin til 1,4 mió. tunnur í dag skrivar Reuters.

[object Object]Amerikanska oljufelagið Apache hevur verið virkið í Norðsjónum í mong ár. Nú hyggur felagið í aðrar ættir vegna hørðu skatta- og umhvørvistreytirnar. Mynd Apache. 

Stjórin í Apache sigur, at høgi skatturin og ógvusligu umhvørvistreytirnar eru við til at taka grundarlagið undan virkseminum. Trump heldur tað eisini vera eitt sera stórt mistak, tá bretska Labour stjórnin nú roynir at steðga olju- og gassvirksemi. Eisini fleiri onnur amerikonsk oljufeløg við Exxon Mobil á odda hava tikið seg úr Norðsjónum vegna hørðu treytirnar frá myndugleikunum. 

Hetta hendir í kjalarvørrinum á, at myndugleikarnir hava brandskattað olju- og gassvinnuna. -Við hesum nýggju skattunum er talan um ein doyggjandi oljulandslut viðgongur John Olaisen orkugreinari í samrøðu við Finansavisen í Norra.

Tað var undanfarna bretska stjórnin, sum fór undir at  brandskatta oljuvinnuna í 2022, eftir at oljuprísurin fór til himmals eftir russisku innrásina í Ukraina. Fyrst varð skatturin øktur við 25%, síðani við 35% aftrat, og undir nýggju stórnini er skatturin aftur vaksin við 3%, soleiðis at hann í dag er 78%. Hetta er gjørt, sjálvt um vinningurin  hjá vinnuni er lækkaður heilt nógv.  Í 2022 var oljuskatturin 40%.

Vinnan ávarar stjórnina

Vinnan í Bretlandi hevur ávarað myndugleikarnar um stóru skattahækkingarnar, sum hon sigur kunnu hava við sær, at íløgurnar í olju- og gass fara at minka 80% komandi fimm árini. Hetta hevur stjórin í vinnufelagnum Offshore Energies UK,  David Whitehouse eisini gjørt púra greitt. Kortini hevur nýggi orkuráðharrin Ed Miliband sagt, at tíðin við olju og gassi er ein farin tíð og skulu inntøkurnar frá olju- og gassvinnuni brúkast til at fíggja grøna orkuskiftið og harvið ikki til nýtt oljuvirksemi.

Vinnan harafturímóti roynir aftur og aftur at sannføra stjórnina um, at tað verður ein vanlukka fyri Bretland, orkutrygdina og túsundtals arbeiðspláss, um orkuráðharrin sleppur at gera álvara á sínum ætlanum at seta fót fyri vinnuna. Tað fer at gera, at Bretland í enn størri mun fer at verða heft at olju- og gassinnflutningi úr øðrum londum eitt nú í Miðeystri.

Menningin av varandi orku er partur av orkuframtíðini men  fer at taka nógv longri tíð, enn stjórnin heldur sigur orkustjórin sambært bretskum miðlum. Bretska stórnin hevur annars eisini hótt við at banna øllum nýggjum leitiloyvum og sigur, at greiði politikkurin er, at varandi orka so sum havvindorka skal avloysa olju og gass. Til hetta sigur vinnan, at tað verður brúk fyri báðum leingi aftrat.  

Tá Donald Trump nú fer alment út við at finnast at bretsku stjórnini og hennara mótstøðu til olju- og gassvinnuna, so er tað bæði fyri at verja amerikonsk áhugamál, og tí hann heldur, at henda vinnan fer framhaldandi at hava eina framtíð. Hvat viðvíkur mótstøðuni móti vindorku, so er hetta í tráð við uppfatanina hjá fyrrverandi og komandi forsetanum av vindmyllum sum heild. Hann ynskir hesar, har piparið grør vilja flestu eygleiðarar vera við. Ístaðin fyri heitir hann á fyritøkur í USA um at bora og bora eftir meiri olju og gassi. Hetta er betri kent undir yvirskriftini: “Baby Drill, Baby Drill.”, sum Trump segði undir valstríðnum.

[object Object]

[object Object]

Øll bíða eftir dómsúrskurði um olju

Í løtuni bíðar orkuvinnan í spenningi  eftir einum dómsúrskurði frá rættinum í Skotlandi, sum er av stórum prinsipiellum týdningi fyri framtíðar olju- og gassvirksemið í Norðsjónum. Talan er um eitt rættarmál, har Greenpeace og aðrir umhvørvisfelagsskapir hava kært avgerð hjá myndugleikunum at geva umhvørvisgóðkenning til útbyggjan av olju- og gassleiðum á Atlantsmótinum og í Norðsjónum sum ólógliga, tí myndugleikarnir hava ikki tikið við útlát frá sjálvari søluni og nýtsluni av oljuni og gassinum í sínum krøvum til at geva loyvi. Verandi krøv til minking av útlátinum eru í mestan mun bara frá sjálvari framleiðsluni og verða hesi krøv møtt við m.a. elektrifisering av olju- og gasspallum. Men tað halda umhvørvisfeløg ikki er nóg mikið. Nú er spurningurin so, hvat rættarskipanin fer at siga til málið.

Les meira her:

https://orkan.fo/lagnan-hja-rosebank-oljukelduni-naer-foroyum-fyri-raettin

Avleiðingar fyri útbygging við Føroyar

Hetta er annars ein av kjarnugrundgevingunum hjá umhvørvisfelagsskapum mótvegis bæði myndugleikum og vinnuni  fyri at kunna steðga ella  gera tað torførari at fáa loyvi til at framleiða olju og gass. Fer rætturin at geva teimum viðhald, kann roknast við, at tað fer at fáa avleiðingar fyri tvær stórar útbyggingar nevniliga Rosebank við føroyska markið og Jackdaw nærhendis Aberdeen. Tað eru oljufeløgini Equinor og Shell, sum standa fyri hesum útbyggingum. Roknað verður við eini avgerð í málinum tíðliga í hesum árinum. 

Umboð fyri feløgini hava tó gjørt greitt, at tey fara at halda fram við útbyggingunum men fara so eisini at fylgja við, hvat rætturin kemur til, og hvørjar avleiðingar tað kann fáa fyri útbyggingarætlaninar.

Fer rætturin at geva Greenpeace og øðrum viðhald, so merkir tað helst, at stjórnin í hvussu er fer at endurskoða umhvørvistreytirnar í framtíðini. Um tað so eisini fer at fevna um loyvi, sum longu eru givin, er tann stóri spurningurin.

Eisini í Føroyum, eitt nú á Jarðfeingi og eisini í veitingarvinnuni,  verður fylgt við, hvat hendir í málinum, nú útbygging av Rosebank kelduni tætt við markið longu er í gongd, og nú enn ein kelda við markið, Cambo, møguliga eisini fer at verða útbygd. Umboð fyri Equinor vitjaðu í fjør í Føroyum fyri at kunna um útbyggingina og um møguleikarnar hjá føroyskari vinnu at vera við til at veita vørur og tænastur til útbyggingina, nú hon liggur so tætt við Føroyar.

Les meira her:

https://orkan.fo/norski-orkurisin-equinor-vitjadi-foroyskar-fyritokur

[object Object]

[object Object]

[object Object]

FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólkur) og Sjóvinnufelagið tóku stig til at fáa leiðsluna í Equinor til Føroya at vitja føroyskar veitarar og kunna um stóru Rosebank útbyggingina við markið. Myndir Jan Müller. 

Oljufeløg leggja saman fyri at standa sterkari

Áhugavert er eisini at leggja til merkis, at oljufeløgini, sum talan er um í hesum málinum, Equinor og Shell, herfyri søgdu frá, at tey fara at leggja saman allar sínar ognir í bretska partinum av Norðsjónum fyri harvið at standa sterkari í framtíðini. Spennandi verður eisini her at fylgja við, hvønn týdning henda samanlegging kann fáa fyri virksemið eitt nú við Føroyar. Í fjør gjørdu tvey onnur stór oljufeløg, Ithaca og ENI av at leggja saman ognirnar í Norðsjónum. Ithaca er partur av Rosebank útbyggingini og eigur eisini hina stóru kelduna við markið, Cambo. 

[object Object]

[object Object]Ein hin mest týðandi parturin av framtíðar bretska olju- og gassvirkseminum er á Atlantsmótinum, økið millum Hetland og Føroyar. Eitt nú fara vit at síggja framleiðsluskip á Rosebankleiðini skamt frá føroyska markinum um 1-2 ár. 


Tað er greitt, at hesar samanleggingar fara at betra munandi um møguleikarnar at halda fram og fara undir nýggjar útbyggingar eystan fyri Føroyar. Í hvønn mun ein dómsavgerð í Skotlandi kann koma at merkja hetta virksemið vil tíðin vísa. Ikki bert tann føroyska men eisini og fyrst og fremst tann stóra skotska veitingarvinnan, sum kann verða hart rakt av einum dómsúrskurði, vónar tó, at virksemið fer at halda fram.

Umrødda útbygging av Rosebank og seinni kanska eisini Cambo kunnu eisini fáa stóran týdning fyri áhugan at leita eftir olju og gassi í føroyskum øki. Hetta tí at við slíkum útbyggingum verður brádliga tann fyrsti infrastruktururin veruleiki tætt við Føroyar. Hann - tvs móttøka og flutningur av føroyskari olju og gassi - kann gerast ein týðandi fyritreyt fyri, um tað lønar seg at leita eftir og framleiða olju og gass á føroyska landgrunninum.

Tí ber til at siga, at stóru ætlaðu útbyggingarnar hinumegin markið eru alfa og omega bæði fyri føroyska veitingarvinnu og leiting. Tað hevur so eisini týdning fyri umrøddu útbyggingar, ið liggja so tætt við markið, at tær, tá goymslurnar minka - at kunna víðka um hesar við møguligari olju og gassi í føroyska grannalagnum. Føroyar kunnu tá gerast týðandi "Nearfield" øki til bretsku oljuleiðirnar, sum tað verður sagt á oljumáli. 

[object Object]

Lesið eisini á orkan.fo

https://orkan.fo/bretska-oljuvinnan-i-tungum-sjogvi

Trump skundar undir aftur oljuvirksemi

Aftur til Trump. Ein kann so spyrja, um útmeldingin frá komandi amerikanska forsetanum fer at hava nakran týdning fyri oljuframtíðina í Norðsjónum. Neyvan. Sjálvandi roynir hann at verja amerikonsk oljufeløg, sum virka í Evropa við síni áheitan á bretsku stjórnina um ikki at brandskatta vinnuna. 

Úttalilsini hjá Trump hava longu fingið umhvørvisfelagsskapir í Bretland at fara á miðlabarrikadurnar. Eitt nú Greenpeace og Uplift siga, at hetta er uppílegging í innanríkispolitikk í Bretlandi. Eisini umboð fyri stjórnina vísir atfinningunum hjá komandi amerikanska forsetanum aftur og sigur, at Bretland hevur sett sær sum mál at vera netto-null útlátsfrítt í 2050, og til tess at røkka tí málinum er neyðugt at flyta íløgur frá kolvetni til varandi orku.

[object Object]Hóast nógv verður lagt í at gera íløgur í varandi orku, so siga tey flestu, at tað fer at verða brúk fyri olju og gassi í mong ártíggju aftrat. So ein niðurstøða er tann, at hesir orkuhættir - grønt og svart - fara at standa lið um lið í nógv ár aftrat. 


Biden og Trump gongdin?

Tað er annars einki nýtt í tí, at Donald Trump ynskir vindmyllur, har piparið grør. Tað hevur hann gjørt greitt aftur og aftur. Um hetta er nakað, sum  fer at síggjast aftur í orkuumhvørvinum í heimlandinum er heldur ikki vist, tí nógvar av vindorkuútbyggingunum í USA, eru antin longu á tekniborðinum ella eru farnar í gongd.

Vit fara so kanska heldur at síggja fingramerkini hjá Trump á orkuøkinum aftur í nýggjum loyvum til olju- og gassfeløg bæði at leita og framleiða eins og byggja út flutningsnetið. Nakað, sum verandi forsetin Biden, hevur roynt at forða fyri. Tað var ein av høvuðsboðskapunum hjá Trump undir valstríðnum at loyva aftur nýggjum olju- og gassvirksemi. Í hesum sambandi hevur hann eisini hótt við at taka USA úr aftur Parísavtaluni frá 2015. Stóri spurningurin verður so, í hvønn mun ein nýggj Trump fyrisiting fer at megna at venda gongdini við grøna orkuskiftinum, sum núverandi og fráfarandi Biden forseti hevur sett í gongd.

Fylgið annars við gongdini innan umrøddu orku- og umhvørvismál á orkuportalinum. Lesið m.a. samrøðu, sum orkan.fo fer at hava við stjóran í bretska orkuvinnufelagnum, “Offshore Energies UK”, David Whitehouse, seinni í januar, tá dómsúrskurður helst er komin í rættarmálinum um umhvørvisloyvi til oljuútbyggingar.  

[object Object]

Keldur: Financial Times, E24, Energy Watch, Finansavisen, Guardian, Reuters og New York Times

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder