Vitjanin er partur av tí felagsskapi, sum havnirnar eru í og verður umrødd á heimasíðuni hjá Runavíkar kommunu nú um dagarnar, har víst verður á, at samstarvið millum havnirnar er gamalt. Áður var tað skipað í egnum felagsskapi, og hesi seinru árini hava havnirnar samskift og samvirkað í einum undirbólki hjá Kommunufelagnum. Bólkurin gongur undir heitinum "Havnanetverkið".
Víst verður á, at hóast havnirnar annars eru í kapping við hvørja aðra, so eru tað mong viðurskifti, sum eru felags fyri tær allar. Nakrir fundir vera hildnir um árið, har hesi vera umrødd, og samskipari og skrivari hjá bólkinum er Janus Haraldsen, løgfrøðingur hjá Kommunufelagnum.
Umframt kunning um tað, sum er farið fram síðan seinasta fundin, var havnastongsulin uppi og vendi á fundinum fyri eini viku síðani. Havnirnar vóru á fundi við Uttanríkisráðið, áðrenn stongsulin varð settur í verk, og týðandi er, at havnirnar skipa seg eftir einum felagsleisti samsvarandi ásetingunum hesum viðvíkjandi.
Ymsu royndirnar hjá havnunum vóru nógv umrøddar, m.a. hvussu samskift verður við Vørn, Uttanríkisráð og umboðsfeløg, tá umbønir koma frá russiskum skipum um bryggjupláss í Føroyum.
Hóast heimild er til at umskipa veiðuna úr umbýtiskvotunum, tað, sum russar veiða í føroyskum sjógvi, so var metingin á fundinum, út frá royndunum higartil, at hendan ferðslan í mesta lagi fór at vera onkustaðni millum 10 og 20% av ferðsluni, sum var fyri stongsulin.
Fundurin varð hildin í býráðssalinum í Saltangará, og borgarstjórin í Runavíkar kommunu greiddi eftir umbøn gestunum frá Runavíkar havn/kommunu, og eftir tað fingu gestirnir ein bita á Hotel Runavík skrivar Runavíkar kommuna á síni heimasíðu.
Danir útbyggja havnir til grøna orkuskiftið
Herfyri vitjaði felagsskapurin hjá donskum havnum í Føroyum, har tey vitjaðu fleiri av størru havnunum eitt nú Runavík. Í samrøðu við orkan.fo eftir vitjanina segði leiðarin í danska ferðalagnum seg vera ovfarnan av, hvussu væl útbygdar havnirnar eru ikki minst til frama fyri fiskivinnuni.
Hon helt eisini fyri, at føroyskar havnir í sambandi við grøna orkuskiftið eiga eisini at fyrireika seg til nýggju tíðina við eitt nú menning av vindorku her serliga á sjógvi. Í Danmark og flestu av londunum, sum liggja við Norðsjógvin, hevur hesin partur av framtíðar menningini og útbyggingini av havnum alstóra raðfesting og týdning. Hon helt tí, at eisini føroyskar havnir eiga at hava hesa menning í huga, tá framtíðar íløgur verða gjørdar.
Tí um og tá tað verður aktuelt at útbyggja vindorkuna til havs kring Føroyar, tá verður eisini tørvur á havnaløgum og havnaøkjum at seta ymsu vindmylnulutirnar eins og seta teir saman, áðrenn teir verða fluttir til havs.
Føroyar og komandi kolvetnisvirksemi
Enn ein spurningur, sum skjótt kann koma at gera seg galdandi, nú Føroyar hava boðið útlendskum orkufyritøkum at koma til Føroya at leita eftir og framleiða kolvetni, er hvussu verður við veitarahavn ella økjum til framtíðar veitingar í sambandi við oljuleiting.
Eftir drúgvt orðaskifti og togtogan fyri meira enn 20 árum síðani varð avgjørt, at Runavikin skuldi vera útgerðarhavn fyri oljuleitingini. Tað var hon fyri allar 9 boringarnar á landgrunninum og gekk eisini sera væl at liva upp til hesa nýggju og spennandi uppgávuna.
Nú vita vit ikki, nær og um umsóknir verða til leiting eftir kolvetnum, men koma slíkar – og tað kann vera í morgin sum ein annan dag – tá verður aftur spurningurin, hvør havn fer at bjóða seg fram sum útgerðarhavn.
Uttan mun til hvat hendir á føroyska leitiøkinum, so er greitt, at nógv nýtt kolvetnisvirksemi fer at verða eystan fyri føroyska markið. Bretskir myndugleikar vilja hava fulla ferð á bæði leiting og útbyggingar og tí verður mett, at loyvi verða givin til bæði nýggja leiting og útbygging av olju- og gassleiðum nær við Føroyar í næstu framtíð.
Stór sannlíkindi eru fyri, at stórar olju- og gassleiðir tætt við føroyska markið, verða útbygdar í næstu framtíð, eitt nú Rosebank og Cambo. Tær liggja so tætt við Føroyar, at tað er náttúrligt at rokna við, at føroyskir veitarar eitt nú havn/ir kunnu bjóða seg fram við sínum tænastum.
Her er m.a. talan um at útbyggja risastóru olju- og gassleiðirnar Cambo og Rosebank, sum liggja fáar kilometrar frá markinum. Harvið gerast Føroyar aktuellar sum veitari av vørum og tænastum til hesar nýggju kolvetnisleiðirnar, og tá verður spurningurin aktuellur aftur, hvør ella hvørjar havnir í Føroyum vilja bjóða seg fram sum framtíðar útgerðarhavnin til framtíðar kolvetnisvirksemið bæði í føroyskum og bretskum øki.
Hóast umrødda virksemi enn kann tykjast sum fuglar á takinum sæð við føroyskum vinnueygum, so er kortini stórur møguleiki fyri, at bæði leiting og útbyggingar gerast veruleiki longu í hesum árinum bretsku megin markið – og hvør veit, møguliga eisini leiting á føroyska landgrunninum.
Spurningurin til føroyskar havnir og myndugleikar kundi tí verið, hvørjar tankar hevur man gjørt sær rundan um hesar spurningar. Skulu tænasturnar spjaðast kring landið ella miðsavnast á einum stað sum higartil?
Vert er eisini at hava í huga slíkar komandi jaligar avbjóðingar í kjalarvørrinum á tí virksemi, sum nógvar havnir hava mist vegna russisku innrásina í Ukraina.
Eingin ivi er um, at fyrireikingar til komandi grøna orkuskiftið einsvæl og framtíðar kolvetnisvirksemi bæði á landgrunninum og hinumegin markið er týdningarmikið, tí tær kunnu vera við til at heinta innaftur nakað av tí virksemi vit hava mist á øðrum økjum.
Og í hesum viðfangi er eisini vert at hava í huga møguleikan hjá føroyskum fyritøkum og havnum at ganga nýggjar leiðir so sum at taka ímóti gomlum oljuútbúnaði ella pørtum av oljupallum at taka sundur á landi. Í tí førinum varð gjørd frágreiðing um slíkar møguleikar, sum FOÍB lat Sjóvinnufelagnum fyri tíð síðani. So tað ræður um í hesum tíðum við avmarkingum at síggja nýggjar møguleikar. Livst so spyrst.
Sí niðanfyri leinkja til samrøðu við forkvinnuna í Danske Havne og til grein um Rosebank og teir møguleikar útbygging har gevur føroyskum fyritøkum:
https://orkan.fo/gron-offshorevinnu-framtid-i-foroyskum-havnum
https://orkan.fo/varpa-ljos-a-foroyar-sum-veitara-til-orkuutbyggingar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald